Mentan

ELSA JACOBSEN, ETIOPIATR??BOÐI - 32 ár í Etiopia

...

2017-08-17 10:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fríggjadagin 11. august andaðist føroyski Etiopiatrúboðin, Elsa Jacobsen, 89 ára gomul. Elsa varð fødd í Norðagøtu 15. februar 1928. Hon vaks upp í Norðagøtu í einum systkinaflokki upp á 13. Eftir loknan barnaskúla hevði hon ymiskt fyrifallandi arbeiði.

Sum 20 ára gomul í 1948 flutti hon til Havnar, tá hon fór at lesa til sjúkrasystir á Dronning Alexandrines Hospital, sum landssjúkrahúsið kallaðist tá. Í 1951 varð Elsa liðug við sjúkrasystraútbúgvingina, og arbeiddi tey fylgjandi árini sum sjúkrasystir bæði í Føroyum, Danmark og á sjúkrahúsið í Reykjavík. Í 1957 fer hon á Fjellhaug Bíbliuskúla í Oslo, og í 1958 er hon í Edenburg Í Skotlandi, har hon nemur sær útbúgving sum jarðamóður, tí, sum hon sjálv segði, at jarðarmóðurútbúgvingin kemur væl við á missiónsmarkini.

Elsa hevði eitt kall at virka sum trúboðari í Etiopia, og 24. juli 1960 varð Elsa vígd í gomlu kirkjuni í Klaksvík til trúboðanatænastu í Etiopia. Hon varð send út av Føroyska Kirkjuliga Missónsfelagnum, og er fyrsti føroyingur, sum Missiónsfelagsskapurin hevur sent út frá Føroyum til annað land í trúboðanartænastu.

Elsa virkaði sum trúboði og sjúkrasystir í Etiopia í 32 ár, frá 1960 til 1992. Í hesum tíðarskeiðinum upplivdi hon eisini at virka undir einum harðrendum kommunistiskum stýri. Tvær bøkur eru skrivaðar um hennara lív sum sjúkrassystir og trúboði. Tann fyrra bókin ???Etiopia kallar,??? kom út í 1966, og tann seinna, ???Mítt Etiopia,??? kom út í 2009.

Í Etiopia tók Elsa til sín tvíburðadreingirnar Jóhannes og Jákup, sum tá vóru nýføðingar, og sum hon fostraði upp sum sínar egnu synir. Tá Elsa flutti aftur til Føroyar í 1992, 64 ára gomul, komu tvíburðarnir við, sum í dag eru giftir menn, og búgva og arbeiða í Norðagøtu, har Elsa eisini hevur búð síðani hon flutti aftur til Føroyar.

Tá Elsa flutti heimaftur, røktaði hon sambandið við missiónina í Etiopia við trúgvum brævaskifti, og eisini hevur hon vitjað missiónshús í Føroyum, har hon hevur greitt frá missiónsmarkini í Etiopia og sínum egna lívi sum trúboði.

Elsa gjørdist brádliga sjúk og varð send á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, har hon andaðist fríggjadagin 11. august 89 ára gomul.

Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju hósdagin 17. august kl.14:00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder