Mentan

Elin Sólvør á Løgmansbø vann

...

2019-03-20 13:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Elin Sólvør á Løgmansbø vann kappingina at skriva ein útvarpsdokumentar við heitinum ???Alopecia???.


Kringvarp Føroya skipaði í fjør heyst fyri eini kapping at skriva ein stuttdokumentar. Sjey stuttdokumentarar komu inn, og allir vóru at hoyra í útvarpsbiografinum.

Elin Sólvør á Løgmansbø vann fyrsta plássið

Í grundgevingunum fyri at lata Elini Sólvør á Løgmansbø 1. plássið fyri dokumentarin ???Alopecia??? sigur dómsnevndin m.a.:

???Søgan er løtt og greið, bæði soleiðis sum hon er fortald, men eisini brúk av ljóði og tónleiki, ið undirbyggir søguna væl. Hetta gevur søguni eitt lag afturat , ið er við til at skapa eina gjøgnumførda lurtarauppliving.???

Eisini sigur dómsnevndin, at ???søgan ???Alopecia??? er fortald sera erligt og við sansi fyri smálutum???.

Fyrsta virðisløn var 12.000 krónur.

Kelda: sag.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder