Vinna

Eivind hevur enn fast í Tasermiut

...

2017-11-06 08:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit hava tosað við skiparan á Eivind - Jan Vang - í morgun.

Danska verjuskipið er komið á leiðina á Kappanum í Grønlandi, har Eivind er staddur við Tasermiut uppá sleip, veðrið er enn so vánaligt, at tað ikki er ráðiligt at flyta sleipiendan umborð á danska verjuskipið, so teir bíða til veðrið batnar.

Tað er nógvur vindur og harður streymur í smala sundinum har skipini eru stødd, vindferðin liggur upp ímóti 30m/sek, segði skiparin á Eivind fyri løtu síðan.

Les eisini HER.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder