Mentan

Eitt ikoniskt mentanarhús í Klaksvík

...

2016-06-30 07:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Klaksvíkar kommuna skrivar:

Seinasta fríggjadag var almannakunngerð í býráðshøllini í Klaksvík av teimum fýra uppskotunum til nýtt mentanarhús í Klaksvík.

Steintór Rasmussen spældi tvey løg, og Signhild V. Johannesen, forkvinna í grunninum Mentanarhúsið í Klaksvík greiddi frá tilgongdini um at fáa gjørt eina hugskotskapping, døminngini og hvørjir vinnararnir vóru.

Teir bjóðandi vóru:
??sbjørn Jacobsen Arkitektar, sum vunnu projektkappingina
FuglArk, onnur virðisløn
Arkitektar99, triðja virðisløn
Map Arkitektar, fjórða virðisløn

Jógvan Skorheim, borgarstjóri greiddi frá fíggingini og teirri tilgongd, sum nú fer fram at fáa bygt nýggja mentanarhúsið, og fegnaðist hann um góðu hugskotini, og at arkitektar hava tikið sær stundir at koma við hesum góðu hugskotum.

Borgarstjórin greiddi frá, at húsið skal eftir ætlan standa liðugt í 2019/20.

??sbjørn Jacobsen greiddi frá tilgongdini, og um hvussu húsið varð ætlanð at nýta. Eisini frá um ein dúk, sum verður lagdur uttaná øllum bygninginum, ið kann hava skiftandi ljós, stýrt við eini teldu.

Væl av fólki var komið saman at forvitnast, og vóru tey hugtikin av uppskotunum.


Tað vakra hugtekur øll, tí hevur eisini tað arkitektoniska í nýggja mentanarhúsinum saman við tí funktionella ført okkum fram til hesa loysnina. Eina loysn har einstaklingar og feløg koma at trívast og mennast. Soleiðis sigur forkvinnan í stýrinum fyri grunnin Mentanarhúsið í Klaksvík, Signhild V. Johannesen um vinnandi uppskotið

Forkvinnan heldur fram:
Einaferð sungu Frændur:???Eg gangi kendar gøtur, og barnaminnið vitjar meg, tey kveikja eina farna tíð, eg hugsi tí um teg???.

Tí kunnu vit ikki annað enn fegnast saman, at vit í dag geva borgaranum eina framtíð, har umstøður at vaksa, skapa og vísa síni evni, á einum kendum staði, í nýggjum hami, verða til staðar.

Vit onnur fáa møguleikan at uppliva, njóta og sansa. Kósin er sett, vit hava sett málið, hvagar leiðin gongur, vit skulu standa saman um mentanina, miðbýin og Klaksvík. Eitt felags andlit úteftir.

Dómsnevndin
Í álitinum frá dómsnevndini verður m.a. sagt um vinnarauppskotið, at Klaksvík ikki áður hevur havt eitt rættiligt mentanarhús, sum er gjørt til endamálið. Mentanin, framførslur og framsýningar hava hildið til í skúlanum, ítróttarhallum, gamla biografsalinum, gomlu sløkkiliðsstøðini, niðurløgdum fiskahúsum og aðrastaðni.

Tí er tað ein rættur varði á vegnum at fáa reist eitt mentanarhús, gjørt til endamálið, sum skal hýsa felagslívinum í býnum, sjónleikafelagnum, listafelagnum, Dávavirkinum, tónleikarum og skapandi fólki annars.

Staðsetingin, sum er Posthúsið við eini afturatbygging vestiryvir, er tann besta, býurin kann bjóða. Posthúsið verður varðveitt í sniði, tó at tað innan verður umskipað. Síðani verður ein spennandi bogin bygningur bygdur uppí posthúsið - snotiligur og glæsiligur.

Samlaða bygningsverkið tekur atlit til tað verandi og lítur eisini fram í tíðina. Tilbygningurin hevur eina stóra innbjóðandi trappu vestanfyri, sum førir til eina høll undir stóra salinum. Frá stóra salinum ber til at lata upp móti Vágsbøi, so til ber at hava útikonsertir hagani.

Arkitekturin skrivar m.a. um hugskotið til bygningin, at hann er kveiktur frá frumsøguni ella sagnunum um íbygdar steinar, har alt spennandi kann henda.

Mett verður, at talan kann gerast um ein ikoniskan bygning og byggiverk annars, sum rættiliga kann seta Klaksvík á kortið við hesum spennandi uppskoti.

Raphael Meunier
Ein franskmaður, Raphael Meunier, sum saman við øðrum hevur arbeitt við vinnandi projektinum á teknistovuni hjá ??sbjørn Jacobsen Arkitektar, fegnaðist um, at teir vóru so væl fagnaðir og vunnu.

Raphael, sum hevur arbeitt hjá ??sbjørn í eitt ár, fer nú aftur til Frankaríkis at søkja sær arbeiði. Hann helt fyri, at hetta var gott at fáa afturat á sítt CV, at hann saman við ??sbjørn Jacobsen Arkitektum hevði verið við til at vinna eitt hugskot um nýtt mentanarhús í Klaksvík.

Uppskotini
Tey fýra uppskotini til nýtt mentanarhús í Klaksvík, sum vórðu almannakunngjørd í fríggjadagin, eru frá føroyskum arkitektafeløgum. Tey eru biðin um at koma við uppskoti til umbygging av verandi posthúsi, har verandi skap verður varðveitt og annars byggja afturat góðar 1.100 fermetrar við m.ø. eini høll og øðrum hentleikum. Vinnari av kappingini gjørdist sum áður nevnt ??sbjørn Jacobsen Arkitektar.

Býráðið keypti í síni tíð posthúsið og legði tað í ein grunn ??? grunnurin Mentanarhúsið í Klaksvík. Býráðið hevur lagt pening í keypið og annars sett av á langtíðar fíggjarætlanina 20 mill. til hesa sepnnandi verkætlan.

Ein neyv byggiskrá er gjørd fyri húsið, sum við eini afturatbygging skal hýsa m.a. Norðoya Listafelag, Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Klaksvíkar býráð ??? við býráðssali - spæli- og venjingarverkstað, Dávavirkið, Klaksvíkar Tónleikarafelag og aðrar brúkarar, eins og spontan tiltøk skulu kunna vera inni har. Eisini eru løgd inn gongu- og veruøki við kaféumhvørvi og einum stórum sali, sum skal hýsa í minsta lagi 300 fólkum. Býráðssalurin skal eisini kunna brúkast til onnur tiltøk ??? og býráðssalurin skal kunna brúka hjáliggjandi høli.

Stýrið fyri grunnin Mentanarhúsið í Klaksvík:
Signhild V. Johannesen, forkvinna
Jógvan Skorheim
Gunvá við Keldu
Archibald Black, vegna Norðoya Listafelag
Rudolf Joensen vegna Klaksvíkar Sjónleikarafelag
Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum

Uppskotini hanga uppi í býráðshøllini hesa vikuna og kunnu síggjast í upplatingartíðini, kl. 10 ??? 16.

FuglArk

Arkitektar 99

MAP-arkitektar

??sbjørn Jacobsen Arkitektar

Fleiri myndir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder