Ítróttur

Eisini gull, silvur og bronsa annan dagin til DM-U

...

2014-09-01 10:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FIF.fo skrivar: Heili sjey heiðursmerki vunnu føroysku íðkararnir leygardagin, tá DM-U varð hildið á ??sterbro í Keypmannahavn. Sum vit skrivaðu í gjár, vóru vónirnar til heiðursmerki góðar til annan kappingardagin, sum hevur verið allan sunnudagin.

Tað regnaði illa sunnunáttina og allar kappingar blivu ein útsettar ein tíma. Einu løtuna varð enntá tosað um at avlýsa kappingina. So ringt bleiv skilið tíbetur ikki, og í regninum seinnapartin eydnaðist føroyingunum at vinna bæði gull, silvur og bronsu ??? eitt av hvørjum.

Aftur í dag var tað Rebekka Fuglø G20-22, sum gav størstu yvirskriftirnar. Í gjár gjørdist hon DM-vinnari á 1.500 m og í dag endurtók hon bragdið, tá hon eisini vann 800 m. Hesuferð tá hon við 2.13,62 min setti nýtt føroyskt met og vann á danska stórrennaranum Josefine Rytter!

Keðiligasta kappingargreinin at íðka í regni er klingrukast. Nú hevur summarið í Føroyum verið turt í ár, men Hallur Simonsen D18-19 fekk víst, at hann eisini klárar at kasta upp móti sínum besta í vátveðri. So væl varð kastað í dag, at hann endaði á silvurplássinum. Heilir seks kastarar endaðu omanfyri 40 metrar í dag, so sigast má, at tað var einastandandi væl klárað av Halli, at vinna seg heilt fram á 2. pláss í einari kapping, har hann frammanundan varð styrkismettur nummar seks!


Hallur Simonsen vann DM-silvur í klingrukasti fyri dreingir 18-19 ár

Triðja heiðursmerki í dag vann Katarina Høj, G14-15, á 800 metrum, har fleiri komu rættiliga javnar á málið. Tíðirnar vóru ikki tær heilt góðu, so hetta hevur verið ein taktisk renning í keðiliga veðrinum. Katarina Høj vann eisini bronsu í gjár, so hetta hevur verið ein frálík kapping hjá henni.

Enn eitt føroyskt met varð sett í dag, tá Margit W. Fríðmundsdóttir við 27,77 rann seg til eitt 8. pláss hjá G14-15 ár. Sostatt fingu vit føroyskt met í fýra ymiskum kappingargreinum hetta vikuskiftið!

Sostatt koma føroysku luttakarnir heim við ikki færri enn 10 heiðursmerkjum og nýggjum metum í spjótkasti hjá monnum, trístøkki hjá kvinnum, 800 m hjá kvinnum og 200 m hjá kvinnum! Harumframt eru fleiri bólkamet tikin umframt at fleiri hava sett persónlig met.

FÍF yskir øllum hjartaliga tillukku við úrslitunum og góða ferð heim.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder