Mentan

Einki barn skal doyggja av diabetes

....

2018-11-25 19:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í løtuni eru 25 børn undir 18 ár í Føroyum, sum hava sjúkuna diabetes. Børn við diabetes framleiða ikki insulin. Her í Føroyum fáa øll børn við diabetes allan insulinheilivágin, sum teimum tørvar, og alla ta hjálp, sum skal til fyri at halda sjúkuni niðri. Tað er lívsneyðugt hjá kroppinum at fáa insulin. Fáa børnini ikki insulin, doyggja tey.

 Í útsettum pørtum av heiminum eru nógv børn, sum ikki fáa lívsneyðugt insulin. Hjálparfelagsskapir leggja fyrst og fremst dent á at veita fólki reint vatn, mat og heilivág fyri smittandi sjúkum. Børn við diabetes fáa tískil ikki lívsneyðuga insulinið, sum teimum tørvar. Insulin er ein vøra, sum er torfør at fáa fatur á í hesum pørtum av heiminum. Heilivágurin er sum oftast bert at fáa á svarta marknaðinum, har góðskan á insulininum ofta er vánalig og prísurin høgur. 

Altjóða diabetesfelagið, IDF, stovnaði í 2000 hjálpargrunnin Life for a Child (www.lfacinternational.org). Hjálpargrunnurin hevur til endamáls at veita børnum insulin, ið tey annars ikki høvdu fingið. Grunnurin tryggjar, at insulinið kemur beinleiðis frá framleiðarunum til góðkendar læknamiðstøðir á staðnum ??? uttan nøkur millumlið. Harvið endar insulinið ikki á svarta marknaðinum fyri okursprís.

 Life for a Child Føroyar, ið er ein arbeiðsbólkur undir Diabetesfelag Føroya, ynskir at stuðla hesum arbeiði við at savna pening inn til insulin. Insulin kostar knappar 7 kr. um dagin til hvørt barn. Í Føroyum eru sum sagt 25 børn undir 18 ár, ið hava diabetes, og er ætlanin at savna pening inn til ársnýtslu av insulini til onnur 25 børn í útsettum pørtum úti í heimi. 

100 kr er nóg mikið til at geva einum barni insulin í 2 vikur, og

250 kr. er nóg mikið til at geva einum barni insulin í yvir 1 mánað 

Vónandi taka tit væl ímóti hesum átaki og vilja stuðla við eini upphædd, sum kann flytast umvegis fartelefonina við SMS-boðunum ???DF??? til 1910 (tú stuðlar við 100 kr. fyri hvørt SMS-boð) ella á Life for a Child konto í Norðoya Sparikassa, kontonr. 9865 -104 158 9. 

Vegna arbeiðsbólkin

 Kristiana Rein

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder