2018-10-29 12:18
EITT J??LA??VINTÝR eftir Charles Dickens á Tjóðpallinum
Nú kemur heimskenda søgan hjá Charles Dickens á Tjóðpallin.Eitt Jólaævintýrer bæði filmað og pallsett fleiri ferðir, og flestu munnu kennast við søguna um hin harðrenda og gíriga Scrooge (Páll Danielsen), sum eina jólanátt fær eina sjáldsama vitjan og verður sendur á eina ferð í fortíðina, nútíðina og framtíðina. Søgan er bæði spennandi og óhugnalig, men samstundis eisini hjartanemandi og gevur okkum okkurt at hugsa um ??? eisini í dag.
Ein jólagysari útsettur fyri pumpiorgul, fagott og violin
Í pallsetingini hjá Hans Tórgarð er nógvur tónleikur og sangur og orkestrið við Magnus Johannessen sum kapellmeistara gevur leikinum eitt heilt serligt huglag - frá hugnaligum enskum jólasálmum til fýsandi disharmoniir. Millum leikararnar er eisini Herfinnur Árnafjall, sum vit sóu í leiklutinum sum Leporello íDagbókin hjá Leporelloá Tjóðpallinum í vár.
Leikurin er fyri øll, ung sum eldri, tó verður hann frámæltur børnum yngri enn 12 ár.
LEIKRIT OG LEIKSTJ??RN: Hans Tórgarð
LEIKARAR: Páll Danielsen, Beinta Clothier, Jákup D. Wardum og Herfinnur Árnafjall.
KAPELLMEISTARI: Magnus Johannessen, pumpiorgul
T??NLEIKARAR: Angelika Nielsen, violin, Aksel Remmel, fagott
LJ??SDESIGN: Turpin Napoleon Djurhuus
B??NAR: Katrin Bonde
Frumsýning verður á Tjóðpallinum 3. November klokkan 19
Atgongumerki kunnu keypast á tjodpallur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald