Mentan

Ein hjartalig heilsan

...

2019-11-23 16:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fysiskt, psykist, sosialt og andaligt!

Hvat merkja hesið orð?
Fert tú á heilsuskúla í Danmark, har eg fekk mítt prógv, har vera hesi orð prenta inn í títt minnið.
Tú skrivar uppgávur oman og niðan, eisini munnligar royndir, og um tú ikki kemur innum hesi 4 orð, er ikki gott, - tað trekkir niður ella kanska tú dumpar.

Heilsuskúlar eru sera góðir, ein lærir sera nógv um sjálvt menniskja, fysiskt, psykist, sosialt og andaligt. Man far nógvar casir, sum man loysir. Loysnirnar eru sera góðar, tær geva tær spenning og megi til at fara út í arbeiðslívið at prøva læruna av.
Teori og praksis kunnu í nógvan mun tíverri ikki samanlíknast, hetta merkir ein, tá man kemur spentur og glaður út í arbeiðslívið.
Nú 2019 er farið at halla. Landsins høgu fólk tosa á tingið, um hvussu skal alt hetta gerast betur.
Vit eru nógvir sjálvsognarstovnar, sum eru lítli beiggjar til tey stóru almannaráð og stóra heilsuverki. Vit hjálpa nógv til í dag, men lat okkum koma innum í hitan, har hiti er, kann nógv lata seg gera, tað kallar man samarbeiði.
?? okkara verð er tað sjálvsagt at, ein persónur, sum hevur ilt í sálini, ferð inn ígjøgnum eina hurð og vera vegleidd allanvegin til tey koma út aftur, sum heil menniskju, fysiskt, psykist, sosialt og andaligt.

Vinarliga
Beinta M Pedersen
Forkvinna
KRIS

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder