2017-12-12 11:26
Fyri mongum árum síðani, skrivaði eg eina grein við yvirskriftini "Tað verður kalt at vakna 01.01.2018" Eg visti tá, eins og øll vita í dag, at hetta fór at vera úrslitið, um Høgni Hoydal og co. slapp at telja upp í 17 við síni ideologi har Tjóðveldis sosialisman skal trýstast oman yvir høvdið á hvørjum føroyingi
Søguliga treiskni og søguliga úthaldni hjá teimum, ið hava veriðígjøgnum eld í vinnuni fyri at yvirliva, og søguliga vitanin í allari vinnuni er sett til viks. Hendan ideologi, ið mest av øllum líkist at vera uppstaðin í miðlalandsskapinum í miðstaðinum, er borin fram á mál við eini konstantari miðling, har einstaku serfrøðingarnir, ið taka undir við hesum hava havt fría atgongd. ein fultkomin einsporað miðling kryddað við tónleiki og undarligum vinklum og ljósi, ið mest av øllum líkjast einum amerikanskum ræðufilmi - alt fyri at bera hesa søk fram á mál.
Til lukku tit øll!
Sum onkur hevur sagt áður, so skjýtur samgongan spurvar við kanónum. Meðan samgongan, miðlalandslagið og almenningurin allur hevur havt fokus á tey stóru reiðaríini, so verða tey lítlu reiðaríini borin fram á offurheyggin í tí stilla.
Trupulleikin, ið vit á M/S ??got sita við, verður verandi so leingi akademiska/vísindaliga vitanin ikki er komin longur??? enn hon er komin í dag. Henda vitanin er góðtikin av almenninginum, við hjálp av skipaðari miðling: Botnfiskurin undir Føroyum kann goymast! - Og við hesi syrgiligu vitan, hevur H.H. og co. snikkað eina bureaukratiska fiskivinnuskipan fyri botnfiskaflotan og borið hana fram á mál. Ein skipan, ið avhøvdar okkara virksemi!
Sum onkur segði, rætt er tað??? eingin er deyður "enn".
Tølini hjá ??got, aftur til 2001, vísa??? at ??got fiskar 900 tons um ári??? tá skipið er við línu (tosk, hýsu, longu og brosmu - blandingsfiskarí)??? ella 500 tons um árið tá skipið er við gørnum (Svartkalvi).
Soleiðis sær støðan út, nú fiskivinnunýskipanin er komin til 3. viðgerð:
Frymil er lagdur í lógina yvir??? hvussu mann býtir (útlutar) kvotur á landgrunninum, tá tað er umroknað frá fiskidøgum til kg. (nøgd ella kvotur).
1. Hetta gevur okkum áleið 150 tons til línufiskarí.
2. Flemish kap er ógreitt??? men um sami frymil verður brúktur??? so gevur tað 70 tons til ??got??? og tað er ov lítið at fara yvir um hav eftir. - Men vit vita sum sagt ikki, og tí er óvist fyri okkum viðv. Flemish Kap. - Hetta verður upp til ráðharran at avgera!
3. Grønland er ógreitt??? men aftur her??? um sami frymil verður brúktur "null" til ??got... Aftur her, er tað fultkomiliga ógreitt fyri okkum. - Hetta verður upp til ráðharran at avgera!
4. Ísland... "null" til ??got. - Hetta verður upp til ráðharran at avgera!
5. Føroya Banka... Aftur her er tað ógreitt, men sum lógin er orðað hesum viðv., so verður helst "null" til ??got. (men sum sagt ógreitt) - Hetta verður upp til ráðharran at avgera!
6. Garnafiskarí. Her er rættiliga ógreitt. Eg dugi ikki at síggja hvussu hetta skal skipast í lógini, men havi hoyrt, at fiskaríið skal skipast sum áður. Trupulleikin her er, at samanhangur er ikki í at seta TAC so lágt??? sum tað er sett, og samstundis skipa fiskaríið sum áður. Um eg velji at brúka útrokningina við TAC??? og brúka frymilin hjá samgonguni??? so gevur tað 213 tons til ??got??? men sum sagt??? so er tað ikki samsvar í tí eg hoyri um hetta. - Hetta verður upp til ráðharran at avgera!
Afturat hesum??? so er ikki møguligt hjá okkum at keypa kvotur á hesum leiðum, tí eingin uppboðssøla er á hesum leiðum... (ikki tí??? vit hava gjørt upp við okkum sjálvar??? at vit vera ikki við á nakrari uppboðssølu).
Jú??? rætt er tað??? eingin er deyður??? men tað kennist rættiliga vist??? at hetta eru síðsti jól??? ið vit halda sum eigarar av fiskiskipinum ??got. Vit vænta okkum at leiga skipið út um landoddarnar til onnur at brúka sum verksmiðjuskip - Um tað ikki eydnast hjá okkum, so verða vit noyddir at selja!
Hetta er okkara støða??? hjá okkara lítla reiðaríi??? men tað er púra óinteressant at tosa um hjá almenninginum??? tí søgurnar um milliónirnar í lummunum hjá teimum stóru??? hevur blindað alt samfelagið og alla tilgongd til eina skilagóða skipan.
Og jú??? tey sum veruliga hava varðað av gomlu fiskivinnuskipanin eru øll á einum máli um, at hon riggar til fulnar! Broytingar kunnu sjálvandi gerast??? men í síni heild hevur hon lyft alt samfelagið og givið okkum ta vælferð, ið vit njóta í dag.
Eg fari aftur her at boða frá, at hetta er tað, ið eg eri komin fram til viðv. fiskivinnunýskipanini, men um eg havi roknað skeivt, ella av misgávum havi borið onkra feiltulking fram, so vil eg fegin hoyra frá fólki, ið vita betur enn eg, "við tilvísingum," soleiðis at eg kann rætta mínar feilir!
Blíðar heilsanir
Eyðstein Poulsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald