2014-11-11 14:24
???Ein dagføring??? er ein ungdómsskaldsøga, ið varpar ljós á alsamt størri nýtslu á Facebook. Høvuðspersónurin Benjamin Smith er júst liðugur við annað árið í Hoydølum, og tað ætlar hann at feira í summarsteðginum. Tað trýtur ikki við møguleikum, tí Benjamin og floksfelagarnir fara bæði til ???Voxbotn??? og á ???G!???
Trupulleikin er bara tann, at nú er ikki longur møguligt at gera nakað býtt, tí stórur vandi er fyri, at tú verður avmyndaður og lagdur út á Facebook.
Tað má Benjamin ásanna.
Hett er fyrsti partur av tveimum, ið varpar ljós á nógvu avbjóðingarnar við vaksandi nýtsluni av Facebook.
???Ein dagføring??? er 285 síður og kostar 198 kr. Hon kemur í handlarnar týsdagin 18. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald