Ein sjálvvaldur stuðulsbólkur í Sørvági brynjar seg í hesum døgum til dáð. Jólafriðurin varð brotin við almennum skrivi um, at bólkurin vil ???ikki bróta niður, men seta í stand í staðin???. Við til søguna hoyrir kanska, at tvey í bólkinum búgva í einum øki, sum fyrst varð brotið niður, fyri síðani at verða endurreist,sum perlan niðri á Stakka. Skjótt er at gloyma.
Søgan um bygningin, talan er um, er tann, at skiftandi eigarar fleiri ferðir hava biðið tey bygdaráð, sum sitið hava, um at taka tinglýstu treytirnar burtur Treytirnar vóru, at hølini bert kundu nýtast til biograf og dans. Ymisk bygdaráð hava sýtt hesari umbøn.
Mín støða til til bygningin, sum bygdaráðslimur, hevur verið og er, at tá eigararnir ikki hava fingið hóskandi úrtøka av at hava biograf og dans, so eiga vit,um bygningurin fæst fyri eina hóskandi upphædd, at keypa hann, og taka hann niður. Eg havi ikki, sum bygdaráðslimur biðið um nakra kostnaðarmeting av bygninginum, tað hava onnur í bygdaráðnum gjørt, men at billa fólki inn, at ein hóskandi bygningur fæst fyri 3 mió.kr er at lesa kanningina, sum ein ávísur maður lesur halgubók.
Bygningurin hevur eina gólvvídd upp á umleið 600 fermetrar, og við støði í dagføringini av Sørvágs skúla og heiminum á Sýnini, sum sóu munandi betri út, so fer fermeturprísurin fyri eina dagføring ikki undir 15000 kr. Sostatt fer kostnaðurin at liggja um 9 mió. kr, og ikki 3 mió., sum undirskriftarinnsavnararnir vilja vera við.
Politikkur snýr seg um raðfestingar. Ein kommunal dansistova er als ikki á tí lista, sum eg havi viljað ella vil raðfesta. Eftir mínum tykki eru kjarnuuppgávurnar hjá einari kommunu barnaansing, skúli og ellisheim, og tað hava vit í ólukkumát raðfest tey síðstu mongu árini. Nú hevur vaksandi barnatal, sum vit øll mugu fegnast um, gjørt, at vøggustovan má útbuggjast fyri 20 mió kr. Eg havi við gleði og fullum huga tikið undir við hesi avgerð, sjálvt um høllin og endaliga dagføringin av skúlanum, sum kunnugt er mítt hjartamál, má bíða eitt valskeið afturat, tíverri. Men man fær sum kunnugt ongantíð alt.
Onkur heldur kanska, at eg leggi ov stóran dent á treytirnar, sum liggja á bygninginum. Tað haldi eg ikki. Í síni tíð var eljustríð um, at bygdaráðið gav loyvi til at byggja bygningin á hesum stað á Dungasandi. Sørvágs ítróttarfelagog grannarnir fóru í rættin við kommununi, tí økið var ætlað til ítróttarendamál . Tíverri taptu tey í rættinumm, men eftir stendur í mínum hugaheimmi, at vit skulu, nú høvið er til tað, taka bygningin niður, og gera økið aftur til tað, sum tað var ætlað til, nevniliga ítróttarøki.
Vinaliga og gott nýggjár.
Sune Jacobsen
Bygaráðslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald