Mentan

Eg eri Beinta

...

2018-08-19 11:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Beinta - fødd Bente Christine Broberg man vera ein tann kendasti søguligi persónurin úr Vágum, sum søgur í fleiri enn tríhundrað ár hava gingið um. Nógvar eru sagnirnar um hana. Teirra lýsingar av Beintu eru ymiskar, men tær hava allar eitt til felags: Beinta sjálv hevur ongantíð orðið. Men tað fær hon í leikinum 'Eg eri Beinta', har hon greiðir frá um sítt hendigarríka lív.


Summar av hendingunum kenna vit úr sagnunum. Leikurin byggir tó mest á tað umfatandi keldutilfar, sum Lydia Elisa Laksafoss gjøgnum nógv ár hevur savnað um Beintu. Hetta tilfarið gevur innlit í onnur viðurskifti enn tey í sagnunum. Leikurin lýsir summi av hesum viðurskiftum, og hvussu vit í dag kunnu ímynda okkum hvat Beinta sjálv vildið sagt.

'Eg eri Beinta' er ein einrøðuleikur framførdur av Annika Johannessen. Marita S. Dalsgaard hevur skrivað og leikstjórnar leikinum.

Leikurin verður sýndur 3 ferðir á Vesturskin.
Sunnudag 26.aug kl. 17
Mánadag 27. aug kl. 18
Týsdag 28. aug kl. 19

Keyp á atgongumerki.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder