Ebbu-virðislønin verður handað á øðrum sinni, í dag - mánadagin 20. mai kl. 17 á Býarbókasavninum í Havn.
Tað er Rithøvundafelag Føroya, sum handar virðislønina á almennari móttøku.
Virðislønin er uppkallað eftir Ebbu Hentze (25. Sep.1929 ??? 20. Mai 2015) og verður hon handað ungum rithøvunda, sum hevur sýnt serligar gávur.
Virðislønin, ið verður handað eina ferð um árið, 20. mai og er á 25.000 kr.
Í 2018 varð fyrsta Ebbu-virðislønin latin Beini Bergsson, fyri yrkingasavnið, "Tann lítli drongurin og beinagrindin."
Skráin fyri hátíðarhaldið 20. mai:
Kl. 17.00 Vælkomin
kl. 17.10 Tónleikur
kl. 17.15 Handan av Ebbu-virðisløn
kl. 17.30 Røða
kl. 17.40 Tónleikur
kl. 17.45 Liðugt
Ebba Hentze var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba Hentze umsett eitt ótal av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men mest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norðurlondunum.
Umframt sítt víðfevndi virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at veita yngri høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað:
???Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur mynd¬listaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavns¬grunninum.???
Við hesum í huga setti nevndin fyri Rithøvundafelag Føroya 26. november 2017 á stovn Ebbu-virðislønina, við krónum 570.155,54 á konto.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald