Tíðindaskriv:
Earth Hour verður leygarkvøldið 30. mars.
Yvir allan heimin verða ljós sløkt fyri at seta sjóneykuna á umhvørvið og jørðina. Hetta fara vit eisini at gera í Tórshavn, har skipað verður fyri hugnaligum tiltaki í Tinghúsgarðinum frá kl. 20.00 til 21.30.
Ljós í miðbýnum verða sløkt frá kl. 20.30 til 21.30. Tá fara vit at tendra kertiljós úr føroyskari seyðatálg og hava eina hugnaliga løtu við m.a. røðu, hugleiðingum og kórsangi.
Tórshavnar Kommuna bjóðar heitt kakao,og aftur í ár verður heitt á fólk um at taka sín egna kopp við. Hetta fyri at broyta vanan við at brúka einnýtiskoppar. Vit gera eina ???koppvelting???!
Evnið á Earth Hour í ár er ???Connect2Earth???, og Annika Bolton Mortensen fer at hugleiða um jarðarknøttin og hvussu vit lofta umhvørvisavbjóðingunum.
Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og Umhvørvisnevndini heldur røðu. Eisini verður kórsangur við Kamarkórinum.
Í samband við tiltakið verður vegurin stongdur frá Sverrisgøtu oman á Vaglið, millum kl. 20:00-22:00.
Gøtuljósini í miðbýnum í Tórshavn verða sløkt, tískil heitir kommunan á fólk um at ansa sær hesa løtuna, tá gøtuljósini í miðbýnum eru sløkt.
??ll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald