Mentan

Dygdargott samstarv um undirvísing av útlendingum

...

2021-11-10 10:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tórshavn.fo skrivar:

Talan er um einki minni enn eitt nýbrot innan undirvísing, nú samstarv er skipað millum undirvísingina av tilflytarum í Streymoy og í Vágum. Áhugin er samstundis vaksandi fyri líknandi depilssamstarvi aðrastaðni í landinum.

Samstarvsavtalan millum Tórshavnar kommunu, Sørvágs kommunu og Vága kommunu, varð undirskrivað í dag av Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága kommunu, og av Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra í Sørvágs kommunu.

Í mong ár hevur Tórshavnar kvøldskúli bjóðað málundirvísing fyri tilflytarum í føroyskum máli og føroyskari mentan. Hetta virksemið hevur verið í vøkstri farnu árini og hevur fingið alsamt størri týdning, nú vaksandi tal av útlendingum flyta til landið.

Í fjør bleiv undirvísingin skipað formliga av nýggjum sambært sonevndu CEFR-skipanini, ið tryggjar, at næmingurin kann fáa eitt formligt prógv, ið kann brúkast í framhaldandi lestri v.m. Talan er um undirvísing, nevnd ???Føroyskt sum annaðmál 1, 2 og 3???.

Ikki øll øki kring landið hava eins góðar fyritreytir at skipa hesa undirvísing, og var tí ynski frá mentamálaráðnum og Sørvágs- og Vága kommunum, at Tórshavnar kvøldskúli kann skipa fyri skeiðum í Vágum hetta komandi skúlaárið.

Tímajáttanin verður endurgoldin frá UMMR, meðan ávísur kostnaður er av eitt nú umsiting. Hugsanin er, at Sørvágs- og Vága kommunur rinda eitt ómaksgjald til Tórshavnar kvøldskúla fyri tænastuna.

??tlanin er at royna hesa skipan í eitt ár fyri fyrst og so meta um møguligt víðari samstarv. Samstarvið er heimilað í lógini um frítíðarundirvísing.

Upplýst varð á fundinum, at ein stórur partur av útlendingunum í Vágum starvast hjá Hiddenfjord. Hesi høvdu neyvan komið til Havnar í skúla, men við eini góðari avtalu um at tillaga undirvísing og arbeiðstíðir, so eru 15 á skúlabonki nú, og eftir ársskiftið verða tveir flokkar við tilsamans 35 næmingum.

Undirvíst verður í Sørvágs skúla. Lærarar eru Bjarni Steintún og Petra Olsen, sum eisini er samskipari.

Á fundinum á ráðhúsinum í dag vóru Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, Fía Lindenskov integrasjónssamskipari, Eyð Niclasen, skúlastjóri í Sørvági, Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, Heðin Mortensen borgarstjóri, Petra Olsen, lærari og samskipari sum starvast hjá Tórshavnar Kvøldskúla, og Helena Dam á Neystabø vegna UMMR.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder