Mentan

Durita fann síni biologisku foreldur ígjøgnum Facebook

...

2017-02-05 22:02 Author image
jóanis Albert Nielsen
placeholder

Durita Ana Alejandra Granada sum í dag er 21 ára gomul var ættleidd til Føroyar tá ið hon var 1½ ára gomul. Tað eru Virgar Thomasen og Marjun Leivsdóttir úr Sandavági, sum hava ættleidd hana.

Durita Ana Alejandra Granada gjørdi fyri einum ári síðani av, at leita eftir sínum biologisku foreldrum, tað gekk ikki væl í byrjaniNI, men fyri trimum vikum síðani skrivaði ein kona til hennara á Facebook, at hon hevði ikki sæð hennara boð fyrr enn nú.

Henda kvinnan kendist ikki við foreldrIni hjá Duritu, men hon vildi gjarna hjálpa Duritu. Eina viku eftir at henda kvinnan skrivaði til Duritu, gjørdi Durita av, at geva henni allar upplýsingarnar, sum hon hevði. Durita hugsaði at tað var undarligt, at henda kvinnan vildi leggja so nógva orku í at hjálpa sær.

Kvinnan, ið hjálpti Duritu at finna sínar røtur, kunnaði Duritu um alt sum hon gjørdi, og hon gjørdi eitt uppslag (sí tað niðast í greinini). 24 tímar eftir at hon hevði koyrt tað út, fekk Durita boðini frá kvinnuni, at onkur hevði gjørt vart við seg viðvíkjandi uppslagnum ið var deilt. Hetta var fríggjakvøldið í næst seinastu viku.

- Tað fríggjakvøldið fór bæði gekkur, døgurðin og alt í vaski hjá mær, tá ið eg fekk boðini um, at mín biologiska familja var funnin, sigur Durita.

- Eftir at hava fingið 'avrit' av teirra samleikaprógvnum, og eina mynd av hesari undirfullu kvinnu (sum hjálpti mær at leita) saman við mínari familju, so var eg sannførd um, at hetta vóru mínar biologisku røtur. Sum tað síðstu royndina hendan 'kvinnan' gjørdi fyri meg, spurdi hon kvinnuna, sum skuldi sigast at hava føtt meg, hvat var navnið hon gav mær, tá ið eg bleiv fødd. Hon svaraði Ana Alejandra, og frá tí sekundi bleiv mítt lív broytt fullkomuliga. Alt tað ókenda byrjar at fella uppá pláss. Kenslan av at føla seg óynsktan av sínum egna blóði, forsvann, og byran byrjaði at fella av herðunum. 

- Eftir at eg fyri 4 mánaðum síðan bleiv so sjúk, og enn eri sjúkrameldað, tí eg enn ikki megni tað sama sum áður, ja so var hetta ljósið í hinum endanum av tunnlinum. Tað er so heilt sikkurt, sigur Durita.

Durita saman við føroysku familjuni fegnaðust, tá ið kvinnan ið hevði hjálpt henni fortaldi, at tað stóðu ikki minni enn 5 systrar og grótu av gleði, tí nú var systurin ið manglaði funnin. Biologiska familjan hjá Duritu er stór og tey eru øll saman og hava tað gott - í systkinnaflokkinum er Durita 3. elst. Foreldrini í Columbia eru í dag 49 og 50 ára gomul.

Biologiska familjan takkaðu Marjuni, Virgari og restina av hennari familjuni í Føroyum, fyri at hava uppfostrað hana.

Durita sigur, at innan eitt ár ætlar hon sær at venda nøsini móti Colombia.

Niðanfyri er myndin sum bleiv deild runt í Villavicencio, Colombia.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder