Mentan

Dupultkonsert við Marna og Ragnar

...

2016-06-09 09:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Dupultkonsert við tveimum av okkara heilt góðu sangskrivarunum verður í Reinsarínum hóskvøldið 9. juni. Ragnar Finsson og Marni Kruse eru mennirnir handan tvey av mest spældu útvarpshittunum seinasta árið: Boombox Song og Headed for the Sun. Nú fara teir at deilast um pallin á dupultkonsert.
Marni Kruse

23 ára gamli Marni Kruse, hevur seinastu árini spælt nógv í Norðurlondum, tilsamans táttar tað í hundra framførslur, so ymisk støð sum Voxbotn (FO), Jyllingefestival (DK), Tøting (FO), Hej KBH (DK), DRIV (NO).
Í 2015 fór Marni til Danmarkar at spæla inn sína fyrstu EP, ???Searching For Something I´m Looking For???. Hagani kenna vit millum annað ???Boombox Songs??? og ???Magical Mist??? ið hava verið nógv spældir í føroyskum útvarpi seinasta árið.

Framførslir hasara eru altíð merktar av nærveru og hugna, og við løgum hansara fortelur Marni søgur, ið taka støði í gerandisevnum og persónum. Okkurt meira álvarsamt enn annað, tó altíð við einum smíli.
Marni hevur bólk við sær, ið er mannaður av føroyskum tónleikarum og saman fara teir at framføra løg av EP´ini, stakløg og onkur frumframførsla verður eisini at hoyra.
Ragnar Finsson

Um tað er sum einstaklingur, ella sum partur av Bluesette, sum backing tónleikari hjá eitt nú Kristinu Bærendsen, so er Ragnar Finsson altíð ein úrmælingur við serligum evnum. Lagið Headed for the Sun var eitt satt útvarpshitt í fjør og varð eisini innstillað til heiðurin ársins popp/rokk lag á Faroese Music Awards.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder