2016-08-28 18:22
Grindin, sum var funnin norðanfyri Viðoynna, legði beinini norðanfyri byrgingina í Hvannasundi fyri løtu síðan. Drápið gekk bæði skjótt og væl - einir 70 hval løgdu beinini.
Sýslumaðurin sigur, at hvalirnir verða koyrdir til Klaksvíkar og at seðlarnir fara at koma út har, enn er ikki avgjørt hvussu býtt verður.
Uppdatering kl. 21.31: Seðlarnir koma út kl. 8 í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald