Mentan

Dragin til Føroya Regatta og síðani beinleiðis til Skotlands

...

2016-07-07 12:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag (hósdagin 7. juli) kl. 14 loysir ???Dragin??? frá Varpabrúnni og siglir til Tórshavn til Føroya Regatta.

Tey gomlu føroysku træ-seglskipini og gamlir motorbátar møtast við Hoyvíkshólm kl. 17. Eisini vera nøkur útlendsk skip við.

Kl. 18 siglir allur flotin inn til Mullers brúgv. Um kvøldið verður skipað fyri tiltøkum í Skeiva pakkhúsi og Mullers pakkhúsi.

Fríggjadagin kl. 10 sigla skipini suður til Vágs, har lagt verður at bryggju kl. 19. Tá verður stevnan Nordisk Kystkultur sett og

skipað verður fyri nógvum tiltøkun fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin.

Tá stevnan er liðug setir Dragin kós suðureftir. Siglt verður til Hetlands og síðani niður til Wick í Skotlandi.

Túrurin varar í 10 dagar og 10 mans eru við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder