Ítróttur

DM-heiti og føroysk met á ??sterbro Stadion

...

2014-08-31 14:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FIF.fo skrivar: Hetta vikuskiftið fer fram DM fyri Ung á ??sterbro í Keypmannahavn. ??ll tey trý størru feløgini eru farin niður við nøkrum av sínum bestu íðkarum. DMU er fyri ung frá 14 til 22 ára aldur. Hvirlan hevur átta luttakarar, Bragdið fimm og Treysti tveir. Leygardagin vóru føroysku íðkararnir við í 17 kappingum, og spurdust ikki færri enn sjey heiðursmerki burturúr!

Ikki bara spurdust heiðursmerki burturúr. Eitt danmarkarmeistaraheiti vunnu vit eisini, tá Rebekka Fuglø vann kappingina á 1.500 metrum. Tvey føroysk met fylgdu eisini við heiðursmerkjunum í dag. Tað fyrsta í spjótkasti, tá Hanus Bergsson fyri triðju ferð bøtti føroyska metið í spjótkasti. Hesuferð bleiv tað til 59,19 metrar og silvur í einar spennandi kapping, har hann einu løtuna lá á odda.


Rebekka Fuglø í grønu Vejleblusuni kann fegnast um enn eitt DM-heiti (mynd: Guttorm Sørensen)


Ein fegin Hanus Bergsson, sum júst hevur lagt 19 sentimetrar afturat sínum føroyska meti (mynd: Heri Ziska)

Eisini Edna Maria Debes setti føroyskt met í dag. Enntá tríggjar ferðir! Hetta hendi í kappingini í trístøkk, har hon bæði í triðju, fjórðu og fimtu royndini setti føroyskt met. Longsta lopið var 9,88 metrar og rakk til eitt flott silvurmerki. Marita K. Petersen hevur annars leingi verið nær við at taka gamla metið hjá Elsu Berg (9,63 m). Tá tað so endiliga eydnaðist var ov seint. Og við 9,68 metrum, gjørdist hon eisini akkurát ov stutt til bronsumerkið.


Edna Maria Debes vann silvur í trístøkki og setti nýtt føroyskt met ??? tríggjar ferðir! (mynd: Heri Ziska)

Men enn betur gekst Maritu í spjótkasti, har hon í seinasta kastinum setti eitt stórt persónligt met og í krútsterku kappingini megnaði at kasta seg til eitt silvurmerki við 36, 79 metrum! Eisini Helgi Geyti og Tróndur Arge fingu heiðursmerki í spjótkasti. Helgi silvur við 44,69 m og Tróndur bronsu við 44,44 m.

Sjeynda heiðursmerkið í dag vann Katarina Høj á 1.500 metrum. Líka til 200 m vóru eftir vóru fleiri púra javnar. Men so skrædnaði, og Katarina fekk kempað seg til eitt bronsumerki við persónligum meti ??? 4.50,08 min. Hetta er samstundis bólkamet.

Føroysku úrslitini leygardagin:

  • Margit W. Fríðmundsdóttir ??? 300 m ??? 43,66 ??? nr. 5 G14-15 ár
  • Karin Holm Simonsen ??? 300 m ??? 45,40 ??? nr. 12 G14-15 ár
  • Katarina Høj ??? 1.500 m ??? 4.50,08 ??? BRONSA G14-15 ár
  • Rebekka Fuglø ??? 1.500 ??? 4.37, 98 ??? GULL G20-22 ár
  • Edna Maria Debes ??? trístøkk ??? 9,88 m ??? SILVUR & F??ROYSKT MET G16-17 ár
  • Marita K. Petersen ??? trístøkk ??? 9,68 m ??? nr. 4 G16-17 ár
  • Marita K. Petersen ??? spjótkast ??? 36,79 m ??? SILVUR G16-17 ár
  • Teitur Bjarnastein ??? 400 m ??? 56,06 ??? nr. 11 D16-17 ár
  • Steingrímur Hallsson ??? 400 m ??? 54,67 ??? nr. 8 D16-17 ár
  • Einar Gregersen ??? 1.500 m ??? 4.17,91 ??? nr. 9
  • Hanus Bergsson ??? spjótkast ??? 59,19 m ??? SILVUR D18-19 ár
  • Helgi Geyti ??? spjótkast ??? 44,69 m ??? SILVUR D20-22 ár
  • Tróndur Arge ??? spjótkast ??? 44,44 m ??? BRONSA D20-22 ár
  • Steingrímur Hallsson ??? spjótkast ??? 45,41 m ??? nr. 5 D16-17 ár
  • Hallur Simonsen ??? kúluvarp ??? 12,06 m ??? nr. 6 D18-19 ár
  • Tórur Mortensen ??? trístøkk ??? 12,48 m ??? nr. 4 D16-17 ár
  • Trygvi Laksafoss ??? trístøkk ??? 12,32 m ??? nr. 4 D20-22 ár

Kappingarnar halda fram allan sunnudagin, og flestu okkara eru við í onkrari kapping. Møguleiki fyri fleiri heiðursmerkjum er avgjørt eisini til staðar sunnudagin. Vit gera støðuna upp sunnukvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder