2019-06-11 20:48
Í 2012 bygdi Dímunargarður eini skúlahús, fyri at geva lærara og næmingum bestu umstøður at undirvísa og húsast í. Sornhúsið, ið húsið verður kallað, er á leið 60 kvm. til støddar, og hevur flestu hentleikar. Eitt rúm verur nýtt til skúlastovu.
Komandi skúlaár verður skúlin í Dímun, sum annars hevur verið knýttur at skúlanum á Fløtum, knýttur at Vestmanna skúla. Samstarvið við skúlan á Fløtum hevur riggað stak væl, og verur leisturin saman við Vestmanna skúla, tí nøkulunda tann sami. Komandi ár verður ein næmingur í Dímunar skúla, hann byrjar í fyrsta flokki.
Seinastu árini hevur verið vanligt hjá næmingunum, at verið nakrar vikur um árið í skúla á fastlandinum, eins og lærarar í einum toymi hava skift um at tikið nakrar vikur úti í Dímun. Vit gleða okkum at hitta nýggja læraran í Stóru Dímun, og vóna at samstarvið framvegis fer at vera av tí besta. Nú saman við Vestmanna skúla, stendur at lesa á Dimunargarðinum á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald