2016-11-30 16:08
Alzheimerfelagið hevur sent viðsenda skriv til Løgtingsins Fíggjarnevnd í samband við at eingin upphædd er avsett til Demensætlanina á fíggjarlógini fyri 2017. Í skrivinum stendur m.a.:
Demensætlanin má ikki fara fyri bakka!
Tað frøddi okkara hjarta, tá løgtingið samtykti at seta 250.000 kr av
til Demensætlanina í 2016. Hetta var ikki nóg mikið, men tó ein byrjan.
Vit frøðast um, at ein demenssamskipari endiliga er byrjaður í starvi á
Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum. Ein demenssamskipari er ikki nóg
mikið, men tó ein byrjan.
Tí gjørdust vit sera kløkk og hørm um at staðfesta, at á fíggjarlógini
fyri 2017 er eingin peningur oyramerktur til Demensætlanina, í 2016
stóðu 250.000 kr, í 2017 stendur 0 kr. Í viðmerkingunum lesa vit, at
játtanin er flutt til høvuðskontuna hjá Landssjúkrahúsinum. Hetta meta
vit at verða eitt afturstig fyri demensøkið.
Harafturat má munandi meiri peningur setast av til Demensætlanina enn
higartil, minst tvífalt so nógv sum í ár, tí ein demenssamskipari er jú
settur í starv. At játtanin til Demensætlanina skal verða ein partur av
høvuðskontoini hjá Landssjúkrahúsinum gevur onga vissu fyri, at
demensøkið fær ta játtan, sum tørvur er á.
Alzheimerfelagið vil staðiliga heita á fíggjarnevndina um at tryggja, at
Demensætlanin fær neyðugu játtanina á fíggarlógini fyri 2017 so at vit
ikki lata Demensætlanina fara fyri bakka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald