Mentan

Dee Snider á Okkara Tórsfest 2019

...

2019-04-15 07:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Dee Snider, oddamaðurin í Twisted Sister, kemur at framføra á Okkara Tórsfest tann 20. Juli í gongugøtuni í Havn.

Í 2018 gav hann út róstu fløguna ???For the love of metal??? sum rakk metaltindarnar, so vit kunnu lova, at tað verður eitt tyssi av nýggjum og legendariskum løgum, tá Harra Snider lærir okkum at rokka á Okkara Tórsfest 2019.

Við løgum sum ???We´re not gonna take it???, ???I wanna rock???, ???Stay Hungry??? og ???Tomorrow´s no Concern??? er vissa fyri, at tað verður eitt rokkshow í serflokki.

Tað verður garrvilt á Okkara Tórsfest 2019. Atgongumerki fáast í Fast handlunum, á ebillett.fo og í Power í SMS fyri einans kr. 495.

Okkara Tórsfest er stuðlað av:

Power, SMS, Norðoya Sparikassa, Fast, Hvonn, Atlantic Airways og Okkara.

Tónleikur. Tórshavn. Tað er Tórsfest.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder