Tíðindaskriv frá Føroyska Bíbliufelagnum:
David umsett Dávid
Nú eru longu fleiri ár síðani at Hans Jacob Joensen, undanfarni bispur, umsetti allaBíbliuna, burtursæð frá Sálmunum, úr grundmálinum og handaði FøroyskaBíbliufelagnum.At umseta Sálmarnar er ikki hvørsmans føri, tí umframt at hetta er tekstur úrhebraiskum, so er talan eisini um skaldskap.
Eftir nakað av leitan og áheitan frá Bíbliufelagnum,átók David Johannesen, fyrrverandi prestur í Vágum,sær hesa stóru uppgávu í 2018. Hann hevur umframtlongu tíðina sum prestur, eisini royndir sum yrkjariog rithøvundur; harav onkur av sálmum hansara eruat finnað í nýggja sálmabókaískoytinum hjáFólkakirkjuni.
David hevur hesa tíðina arbeitt sera miðvíst við atumseta Sálmarnar, og nú í februar 2020 ersetningurin greiddur.
Sálmarnir í Gamla Testamenti vórðu handaðirFøroyska Bíbliufelagnum 20. februar í heimi hansaranorðuri á Heiðum í Miðvági.Føroyska Bíbliufelagið er Dávidi sera takksamt fyrihansara avrik og við hesum er grundarlagið fyrikomandi bíbliuútgávuni fullfíggjað.
??tlanin er atnýggja Bíblian skal koma út á sumri 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald