Kollafjarðar Ítróttarfelag hevur nú sett venjara til besta mansliðið í hondbólti. Talan er um 38 ára gamla danan, Jeppe Borch, sum hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála.
Jeppe Borch hevur stórar royndir sum venjari í donskum hondbólti, har talan í høvuðsheitum hevur verið um venjarastørv hjá yngri liðum upp til unglingaaldur.
Seinastu 15 árini ella so hevur hann verið knýttur at hondbólti sum ungdómsvenjari, og tey seinastu sjey árini hevur hann vant U-16 og U-18 lið hjá Oure, har Jeppe Borch eisini hevur starvast sum lærari hjá Skolerne i Oure, sum vit her í Føroyum kenna serliga væl sum ein ítróttarháskúla.
Ein av grundunum til, at felagið hevur leitað uttan fyri landoddarnar fyri at finna nýggjan venjara, er, tí at felagið vil hava nýggjan íblástur. Ikki bara til besta liðið hjá felagnum, men eisini til tey yngru liðini. Her meta vit, at Jeppe Borch er júst tann rætti maðurin. Royndirnar hjá honum gera hann til ein spennandi venjara fyri besta liðið, men ætlanin er eisini, at Jeppe skal virka sum eitt slag av samskipara fyri tey yngru liðini.
??tlanin er, at hann skal vera við til at leggja venjingar til rættis og geva íblástur til ungar venjarar í felagnum, og á henda hátt vera við til at lyfta støðið á øllum deildum heilt frá teimum yngstu og upp til FTZ-deildina.
Jeppe Borch skal eisini standa á odda fyri arbeiðnum at gera eina menningarætlan fyri øll liðini hjá felagnum, har dentur verður lagdur á tað kropsliga, tekniska og taktiska.
Sostatt verða uppgávurnar hjá nýggja danska venjaranum fleiri í felagnum, og í KÍF eru vit sera spent upp á samstarvið, sum stendur fyri framman sigur Robert Poulsen, formaður í KÍF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald