Kvinnan skal kenna sítt pláss í samfelagnum. Ja, ovast á pallinum og miðskeiðis í rúgvuni! Leygarnáttina diska fimm ungar kvinnur, sum á hvør sín hátt eru partur av feministiska felagsskapinum Damudomi. Saman fara tær á pallin í Fjósinum á G! fyri at vísa fjøldini, hvussu feitur stemningurin er, tá kvinnur standa saman.
Kvinnurørslur fyri øll
Damudomi byrjaði við nøkrum kvinnum, sum høvdu hug at gera eitt tiltak til altjóða kvinnudagin 8. mars í 2016. Tí tær saknaðu kvinnutiltøk, sum kundu fáa áhoyraran at seta spurnartekin við status quo og við egnar sannføringar. Og har menn samstundis vórðu eggjaðir at koma upp í part. Faktiskt tiltøk, har øll vórðu eggjað til at koma upp í part, og har øll fingu høvi at tosa við hvønn annan um, hvat feminisma merkir fyri tey.
»Feminisma snýr seg um at hyggja við forvitni at gerandisdegnum og spyrja seg sjálvan, hví samfelagið er skrúvað saman, sum tað er, og um tað hevði verið gagnligt at gjørt broytingar«.
Hóast tær eru samdar um, at feminisma í Føroyum kann tykjast minni átroðkandi enn onnur brot móti grundleggjandi rættindi hjá kvinnum úti í heimi, so eru tær kortini sannførdar um, at tað hevur týdning fyri trivnaðin hjá kvinnum - eisini í Føroyum - at tær verða hoyrdar. Og í einum landi sum í Føroyum hevur hvør lítil broyting ávirkan.
»Til dømis eitt so basiskt ting sum, at vit nú hava kvinnuligar útvarparar, tá menn spæla fótbólt. Fótbólt, sum vanliga hevur verið mannsdomineraður. Men kvinnur eru helvtin av áskoðarunum, so hví ikki? Vit royna at fáa samfelagið hagar, har tað ikki er undranarsamt, tá ið kvinnur standa fyri onkrum. Tí her eru líka nógvar kvinnur, sum bæði duga, tíma og vilja«
Kvinna, kenn títt pláss
Ein partur av Damudomi er tiltakið Synka tín Syklus, sum er ein DJ verkstova fyri kvinnur, sum gjørdist eitt afturvendandi tiltak. Ein av fyriskiparunum var Solveig Hanusardóttir Olsen, sum leingi hevur diskað undir listanavninum Honeypie. Haðani vaks rørslan, og frá tí verkstovuni komu Christalish og Mariumessa á Vári afturat diskarapallinum í Føroyum.
Allar eru tær áhugaðar í tónleiki, men meðan onkur hevur spælt klassiskt klaver allan barndómin, duga aðrar ikki at lesa nótar. Og tað er ikki nakað, tær skammast um.
»Tað er jú eisini líkamikið, tí her er pláss fyri okkum øllum. Og á G! vilja vit geva okkara íkast til, at kvinnur uppliva aðrar kvinnur á palli og sostatt síggja, at tað eisini er pláss fyri teimum, um tær ynskja tað«.
At feminisman er líka fjølbroytt sum tey, ið umboða hana, er nakað, Damudomi leggur stóran dent á. Tað vil siga, at óansæð hvat tað er fyri tema, fokus ella tiltak felagsskapurin varpar ljós á, so verður boðskapurin meira relevantur fyri mongdina, jú fleiri fólk ynskja at lýsa sína meining. Á G! verður talan um eina sansauppliving, har fjøldin kann síggja, hoyra, dansa, uppliva og njóta eitt stað og ein samanhang, har øll eru javnsett.
Damudiskarar og systraskapur
Meiningarnar eru nettupp eisini fleiri, tá tær verða spurdar, hvussu tað letur seg gera at miðla feminismu við at standa og diska: tað ber til við at vera sjónligur, tá kvinnur koma í býin, og fáa tær at hugsa, at hatta kunnu tær eisini; við at fáa áhoyraran at seta sær spurningin, um tað veruliga eigur at vera so undrunarsamt at síggja eina kvinnu ovast á pallinum; og við at standa saman og hjálpa øðrum framat.
»Damudomi er savnandi, eins og feminisma skal vera savnandi«.
Saman bjóða tær av, men ikki fyri at styggja fólk burtur. Tvørturímóti bjóða tær av fyri at geva áhoyrarum pláss til at bjóða øðrum inn. Og á G! er boðskapurin einfaldur: øll eru innboðin til eina feita veitslu.
Honeypie, Christalish og Mariumessa á Vári diska í Fjósinum leygarnáttina frá kl. 02-04.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald