Vinna

DAGF??RD OLJUVEITINGARSKIPAN Á FUGLOYNNI

...

2018-05-14 21:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fugloyar Kommuna:

Í kvøld kom so tangin, sum er serbygdur á Magn og eru vit loksins komin á mál viðvíkjandi einari nøktandi oljuveitingarskipan til øll húsarhald á Fugloynni.

Í samband við íverksetan av formligari avtalu millum Heilsu- og innlendismálaráðið, Strandfaraskip Landsins, P/F Magn, Elfelagið SEV og Fugloyar kommunu um oljuflutning og veiting til øll húsarhald á Fugloynni har nevndu partar eru samdir um at loysa málið um oljuflutning til Fugloyar soleiðis, at tað slepst undan at flyta oljutunnur út í oynna, og at olja verður koyrd til hvørt húski/oljutanga í bygdunum báðum.

Merkisdagurin verður mikudagin 16. mai 2018 kl. 13:30, og hevur fylgjandi skrá:

  • Amalia í Frammistovu, borgarstjóri bjóðar vælkomin.
  • Sirið Stenberg, landsstýriskvinna flytir fram røðu.
  • Olja verður latin til fyrsta kundan.

Aftaná bjóðar Fugloyar kommuna til ábit í lærarahúsinum á Kirkju.

Sí myndirnar niðanfyri her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder