Mentan

Cliff í føgrum veðri

...

2016-08-04 11:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld byrjar Summar Festivalurin, og veðurstovurnar lova sólskin í dag og kvøld.


Lagt er upp til fyrsta festivaldagin í føgrum veðri, tá ið Summar Festivalurin í dag leggur frá landi.

Í kvøld spælir ein av heimsins størstu poppstjørnum, Cliff Richard, á Vágsbøi.

Veðurstovurnar siga, at tað verður av besta veðri, tá ið Cliff Richard í kvøld fer at trína á pallin á Summar Festivalinum.

Livandi legendan fer á pallin klokkan 22:00 í kvøld. Veðurforsøgnin sigur, at sólin fer at skína í Klaksvík í kvøld. Tað verður klárt og sól, tá ið Cliff leggur fyri, og tá ið sólin setur, verður tað mánalýsi og harvið upplegg til reinan romantikk, tá ið kendu popp, rock og gospel klassikararnir fara at runga millum Kjøl og Háfjall.


Í kvøld ber eisini til at hoyra Danny & The Veetos, Jógvan, Punjab og Karstin Danielsen á Summar Festivalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder