Mentan

Christopher: Hetta er dreymurin

...

2017-08-11 19:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??? Vit eru glóðheitir og ætla at halda eina veitslu á Summar Festivalinum í kvøld, sigur Christopher



Í kvøld spælir danski poppprinsurin Christopher á Summar Festivalinum. Dugnaligi sangarin við teimum mongu hittunum er ein framúr entertainari, og hann fær avbera góð ummæli fyri sínar framførslur.

Síðani 2014 hevur hann verið millum størstu poppstjørnur í Danmark, og hann hevur eisini hittað í Fjareystri.

 

??? Hetta er dreymurin, sum eg hevði sum ungur drongur. At spæla útseldar konsertir, hava fjepparar, gera video og annars gera tað, sum eg elski ??? at spæla tónleik, sigur Christopher.

Hann lovar eina rimmar konsert í Klaksvík í kvøld.

??? Vit eru glóðheitir. Vit hava júst spælt stórar konsertir í Danmark, og vit ætla at halda eina veitslu á Summar Festivalinum í kvøld, sigur Christopher.

Christopher spælir á Vágsbøi í kvøld kl. 21.00.

Her kanst tú síggja video-samrøður við Christopher:
https://www.youtube.com/watch?v=4Q-FYJBj81E

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder