Vinna

Christian í Grótinum skal landa í morgin

...

2017-10-27 18:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum liggur einar 30 fj. norður úr Fugloynni, har teir arbeiða tað undan, sum teir hava í tangunum. Tíðliga í morgin koma teir á Fuglafjørð at landa 450 tons av slógvi til Havsbrún.

Seinnapartin í morgin fara teir í Ánirnar at landa tað frysta, teir hava 665 tons av frystum, harav 500 tons eru sildafløk og 165 tons er heilfryst sild.

Vit tosaðu við skiparan - Páll Klein Rasmussen, fyri løtu síðan, hann segði at sildin er stór og í góðum standi, men hann helt, at heldur minni var at síggja nú, tað eru umframt tey føroysku skipini eisini fleiri íslendsk skip á feltinum norðanfyri, teir hava roynt beint sunnanfyri 64N.

Tað er fitt av vindi í kvøld, vindferðin lá um 25m/sek.

Christian í Grótinum fer nýggjan túr sunnudagin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder