2018-01-14 17:58

Christian í Grótinum, sum hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi sunnanfyri, fór í morgun at sigla inn, tí veðrið gjørdist so ólagaligt, tað hevur tað verið allan túrin, søgdu teir, tá ið vit ringdu umborð.
Christian í Grótinum er í løtuni staddur nakrar fj. suður úr Akrabergi, har er nógvur vindur, vindferðin liggur um 25m/sek.
Teir fara á Klaksvík í kvøld, har teir verða á midnátt, seint í morgin sleppa teir framat at landa hjá Havsbrún, Christian í Grótinum hevur 1.000 tons av svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald