Vinna

Christian í Grótinum siglir inn av makrelfeltinum norðanfyri

...

2018-08-28 09:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum siglir inn av makrelfeltinum norðanfyri, teir hava 600 tons af frystum/skráskorðnum makreli, sum teir skulu landa í Ánunum, eisini hava teir 90 tons av feskum makreli í tangunum, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði í nátt.

Vit á JN.fo tosað umborð fyri løtu síðan, Christian í Grótinum fór fyrst til Grønlands, har teir partrolaðu við Norðborg, Christian í Grótinum frysti 400 tons inn í Eystur-Grønlandi og Norðborg um 800 tons, síðani fóru teir at leita eftir sild norðalaga á við Eystur-Grønland, teir sóu eitt sindur, men ov lítið til, at tað loysti seg at fiska, tí komu teir í altjóða sjógv norðanfyri, har teir hava fiskað í nakrar dagar (partrolað við Norðborg), Norðborg er um at hava fulla last eisini, roknast kann við, at teir koma inn seinni í vikuni.

Tað er góður makrelur skipini hava fingið, bæði í Grønlandi og norðanfyri, teir royndu á umleið 67 N og 6 V norður úr føroyska markinum.

Tá ið liðugt er at landa fara teir nýggjan túr beinanvegin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder