Vinna

Christian í Grótinum siglir heim av svartkjaftafeltinum vestur úr Írlandi

...

2018-02-18 15:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum, sum hevur roynt eftir svartkjafti í altjóða sjógvi - 200 fj. vestur úr sunnasta enda av Írlandi - á uml. 50N og 15V er farin at sigla heim fullfermdur av svartkjafti, teir hava 2.550 tons, sum skal landast til Havsbrún.

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan - Páll Klein Rasmussen - fyri løtu síðan, hann segði, at fiskiskapurin hevur verið hampuligur og at tað er góður svartkjaftur teir hava fingið, Páll roknar við at teir verða á Fuglafirði mánakvøldið, í løtuni eru teir staddir beint vestur úr Glaskow á uml. 55N og 15V, veðrið er gott á leiðini, har teir eru staddir, Páll roknaði við, at veðrið bleiv gott allan vegin heim.

Á leiðini har Christian í Grótinum royndi vóru 4 føroysk skip: Umframt Christian í Grótinum, vóru Fagraberg, Næraberg og Borgarin, eisini er Norðingur ávegis suður har, tvey íslendsk skip, nøkur norsk og nøkur russisk skip vóru eisini um somu leið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder