Vinna

Christian í Grótinum og Arctic Voyager landa til Havsbrún

...

2018-05-07 20:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Arctic Voyager landar í løtuni til Havsbrún, teir sluppu frammat á middegi, tá var liðugt at landa Finn Fríða. Arctic Voyager verður liðugur at landa fyrrapartin í morgin, teir hava 1.500 tons, tá sleppir Christian í Grótinum framat, teir hava fulla last umleið 2.500 tons, Christian í Grótinum kom í Ánirnar seinnapartin í dag, har teir bíða til teir eiga tørn í Fuglafirði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder