2018-11-15 18:42

Christian í Grótinum, sum hevur verið á sildaveiðu í altjóða sjógvi norðanfyri, landar 700 tons av sildafløkum í Ánunum í dag, í gjár landaðu teir góð 700 tons av slógvi til Havsbrún í Fuglafirði.
Skipari hendan túrin var Christian Djurhuus úr Klaksvík, hann segði tá ið vit tosaðu við hann í kvøld, at teir nú fara á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, teir fara nýggjan túr á midnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald