2018-10-24 14:04

Christian í Grótinum, sum hevur verið á sildaveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi, siglir inn fullfermdur, teir hava 700 tons av sildafløkum og 700 tons av slógvi.
Vit á JN.fo tosaðu umborð við skiparan - Páll Klein Rasmussen - hann segði, at tað var góð sild, teir fingu norðanfyri, støddin lá ímillum 390 og 420 gramm. Nógv skip eru á feltinum, mest føroysk og íslendsk, men eisini okkurt grønlendskt.
Christian í Grótinum fer fyrst á Fuglafjørð at landa slógv til Havsbrún, so landa teir tað frysta í Ánunum í morgin, skiparin segði, at teir ætlað at fara nýggjan túr á midnátt hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald