2018-09-21 21:40

Christian í Grótinum, sum hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi norðanfyri, kemur undir land norðanfyri í nátt, har teir skulu framleiða tað teir hava í tangunum, teir verða helst liggjandi norðanfyri til mánamorgunin, tá ið teir skulu landa 600 tons av skráskornum/frystum makreli í Ánunum.
Teir fara nýggjan túr mánakvøldið.
Tað eru 20 mans við Christian í Grótinum, skipari er Bogi Rasmussen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald