2018-01-07 11:33

Christian í Grótinum, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnast í føroyskum sjógvi, kemur á Fuglafjørð um 15-tíðina í dag við 2.600 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.
Teir sleppa framaat at landa í nátt, í løtuni landar Finnur Fríði til Havsbrún.
Tað eru 12 mans við Christian í Grótinum, skipari er Bogi Rasmussen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald