2018-09-15 09:56

Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð um middagin, har teir skulu landa slógv til Havsbrún.
Kl. 6 í kvøld skulu teir landa tað frysta í Ánunum, teir hava útvið 600 tons av makreli, harav eru 100 tons heilfryst og restin skráskorið og fryst.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir søgdu, at tað hevur viðrað væl norðanfyri og fitt at makreli var at síggja.
Christian í Grótinum fer avstað aftur, so skjótt sum liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald