2018-11-04 14:32

Christian í Grótinum er komin í Ánirnar fullfermdur av sildafløkum, teir hava 700 tons av sildafløkum, sum teir landa í Ánunum, í kvøld skulu teir landa 700 tons av slógvi til Havsbrún í Fuglafirði.
??tlandi fara teir nýggjan túr tíðliga í morgin.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Páll Klein Rasmussen í gjár, hann segði, at teir royndu í altjóða sjógvi norðuri á 66 - 67N, har var fitt av sild at síggja, sildin teir fingu vág um 400 gramm í snitt.
Tveir teir seinastu dagarnar hava teir ligið undir landi norðanfyri, har teir hava framleitt tað teir høvdu í tangunum, áðrenn teir nú komu inn at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald