Byrja páskirnar øðrvísi í ár!
So er at koma í Gøtu kirkju skírisdag ella í Vesturkirkjuna langa fríggjadag. Har verður stórmessan hjá Wolfgang Amadeusi Mozar framførd. Konsertin er lítlan tíma til longdar og er ikki áður framførd í Føroyum.
Eins og við Requiem, gjørdi Wolfgang Amadeus Mozart ongantíð stórmessuna í c-moll lidna. Messuna skrivaði hann í takksemi fyri, at unnusta hansara, Constanza, var vorðin frísk aftur eftir drúgva sjúkralegu.
Mozart hevði í samband við hesa messuna lagt seg eftir at granska teir gomlu meistarnir Bach og Handel. Messan við m.a. 8-rættaðum dubultkórum, karakteristiskum samspæli millum moll og dur og skifti millum kraftmiklar satsar til yndisligar ariur, verður av mongum mett at verða eins dygdargóð sum hansara Requiem.
Tað eru Havnakórið, Eystanljóð, solistar og orkestur sum seinasta árið hava vant víðagitnu stórmessuna í c-moll. Solistar eru Hallveig Rúnarsdóttir, sopran, Tóra Vestergaard, sopran, Ernst S Dalsgarð, tenor og John Jacobsen, bass.
Leif Hansen stjórnar kóri og orkestri.
Skírsdag kl. 19.30 verður stórmessan framførd í Gøtu kirkju.
Langa fríggjadag kl. 17 verður stórmessan framførd í Vesturkirkjuni í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald