Mentan

Bygdarveitsla í Miðvági

...

2019-10-17 18:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

T??ÐINDASKRIV

Tann 26. oktobur kl 19 verður aftur skipað fyri vælumtóku bygdarveitsluni í bygdarhúsinum í Miðvági, soleiðis sum vit kenna hana frá fyrr av.

Á skránni verður m.a., góður matur, tónleikur, skemt og frásagnir.

Eftir borðhaldið er dansur, fyri veitslugestunum einans.

Atgongurmerkið fæst, við at flyta 350,- kr á konto 9181 5099910 í Betri banka, seinast mikudagin 23. Oktobur. Týdningarmikið er at viðmerkja navn á hvørjum einstøkum gesti, ið keypt verður fyri.

Ber ikki til at flyta peningin, so kann ringjast á tlf: 216010 og tekna seg til veitsluna.

Við í atgongumerkinum er eitt glas av vín, øl, cider ella sodavatn

Avmarka atgongd, so tað er at skunda sær at ogna sær ein sess.

Dyrnar lata upp kl 18:30 og lata aftur kl 19:07

18 ára aldursmark

Miðvágs Bóltfelag - Miðvágs Róðrarfelag - Frítíðarfelagið Gleimur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder