Mentan

Bygda Og Ungmannafelagið Súlan

...

2017-05-30 21:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 So er avgjørt at hava ruddingardag í Mykinesi nú leygardagin 3 juni 2017. Vit vóna veðrið verður til vildar

Vit byrja dagin við morgunmati kl 10 í okkara nýggja húsið. Eftir morgunmatin verður farið runt bygdina at rudda.

Ábit, kaffi og kakur verður at fáa gjøgnum dagin í danisistovini.

Dagurin endar við felagshugna og møguliga spølum , vit fara at grilla búffar og pylsur eisini verður pizza at fáa :)

Tey í ynska at luttaka , verða vinaliga biðin um at melda á facebook hjá felagnum ella við at ringja til Vivi á tlf. 278139 ella Hervør á tlf 278058 , :)

Vit gleða okkum til dagin og vónandi møta tit fjølment vaksin og børn :)

Vælkomin at deila :)

Nakrar myndir eru her frá síðsta ár , ein gevandi hugnaligur dagur fyri okkum øll

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder