Vinna

Bústaðir í Vága kommunu

...

2018-10-25 14:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vága Kommuna skrivar:

Vága kommuna hevur í nógv ár arbeitt við at fáa Bústaðir at byggja í kommununi. Nú eru hesar tingingar komnar so væl áleiðis, at býráðið hevur avgjørt at grava av og planera eitt øki til 5 íbúðir við Steigarbrekku í Sandavági.

Hetta arbeiðið byrjaði í morgun, tá borgarstjórin Eyðdis H. Niclasen gróv fyrstu skuffuna.

Býráðið arbeiðir nú við at fáa Bústaðir at byggja aðrar 10 íbúðir í Miðvági. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis. Vit vóna at byrja hetta arbeiðið komandi ár.

Sí fleiri myndir her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder