2017-12-08 16:41
Tað var av mestu hálku í morgun, ja so hált, at ein stóð ikki á beinunum.
Á Vestmannavegnum var um reppið, at tað ikki endaði galið, bussurin hjá bygdaleiðum fór á glið mitt á vegnum og gleið út í vegkantin, har hann tíbetur steðgaði, sigur eitt av ferðafólkunum við JN.fo og leggur afturat, at tað kundi verið stórur skaði, um so var at bussurin fór orduliga út av vegnum -
Tað er altumráðandi, at vegirnir verða væl ruddaðir og at teir eisini verða saltaðir í slíkari hálku, helst skal byrjast fyrr á náttini at grava og salta, helt skelkaða ferðafólki fyri, tá ið tað greiddi frá tilburðinum í morgun.
Vit hava ikki tosað við SSL um tilburðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald