Búnaðarstevnan 2020 er nú farin aftur um bak, og eru vit sera væl nøgd við bæði stevnuna og kjakfundin. Sum heild kann sigast, at vit fingu rættuliga nógvar góðar og gevandi framløgur umframt at luttakarnir fingu møguleikan at samskifta um viðkomandi og áhugaverd mál, sum landbúnaðarvinnan í Føroyum dagliga dragist við.
Eisini vóru høvdu vit á hesi stevnuni gjørt eitt sindur meiri burturúr at veitarar kunnu framsýna ymiskt áhugavert til vinnuna. Hetta verður so avgjørt meiri við frameftir, tí áhugin og móttøkan fyri hesum var sera góð.
Nakrar framløgur eru lagdar út og kunnu síggjast á heimasíðu okkara www.bunadarstevna.fo. Restin av tilfarinum verður lagt út eina av komandi døgunum.
Gott 150 fólk vóru til stevnuna í ár, og ynskja vit at takka øllum fyri sera góða undirtøku.
Komandi Búnaðarstevna verður leygardagin 13. februar 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald