Tíðindaskriv
BR??KARIN VELUR ÁRSINS BESTU LÝSINGAR
Felagið Føroysk Marknaðarfólk leitar eftirársinsbestu lýsingum, og biður føroyska brúkaran taka avgerðina. Hetta er fjórða árið á rað, at felagið heiðrar teimum bestu avrikunum innan føroyska marknaðarføring. Endaliga avgerðin fellur fríggjakvøldið 31. mars 2017.
Á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, verðaársinsbestu lýsingar í Føroyum kosnar.
Talan var um fýra ymiskar virðislønir, sum føroyski brúkarin hevur møguleika at atkvøða um á Facebook-síðuni hjá felagnum. Finnast skal ársinsbesta statiska lýsing, besta dynamiska lýsing, besta marknaðartiltak og besta sosiala tiltak ella lýsing.
Harumframt letur nevndin í felagnum eitt serligt heraklapp til einstakling, felag ella fyritøku, sum hevur gjørt eitt serstakt ella slóðbrótandi avrik innan føroyska markanðarføring farna árið.
Tað er nevndin í felagnum, sum hevur tilnevnt tær ymisku lýsingarnar, ið føroyski brúkarin síðan kann atkvøtt um á Facebook. Einasta kravið fyri at vera tilnevndur í kappingini var, at lýsingin hevur verið brúkt ella sædd í Føroyum síðan síðstu kapping í fjør.
Flestu stóru fyritøkurnar í Føroyum teljast millum tey tilnevndu íársins lýsingarkapping. Tey tilnevndu eru hesi:
Ársins statiska lýsing:
· Atlantic Airways: Kilt tú við til Edinburgh?
· Betri Banki (Eik Banki): Eik legatið
· Demokratia: Vel eina kvinnu
· FK: Pinkubarnapakki
· Fólkaheilsuráðið: Liggur tú sum oftast undir?
· Hvonn: Orsaka
· Runavíkar kommuna: Brúgvin til gyltu framtíðina!
· Tryggingarfelagið Føroyar: Er viðføri skatt á ferðini?
· Trygd: Fylg okkum
Ársins dynamiska lýsing:
· 12: Góðan Kvinnudag
· Atlantic Airways: Vælkomin heim við Atlantic Airways
· Etika: Grøna gávan
· BankNordik: Stendur tú í hesi støðu?
· Betri Banki (Eik Banki): Uttanlands at ferðast?
· Føroya Reiðarafelag: Tað gongur væl
· Føroya Tele: Gleðilig jól Føroya Tele ynskir øllum eini gleðilig jól
· Gist & Vist: Heima í Havn
· Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd: Merktur fyri lívið
Ársins sosial lýsing ella tiltak:
· Atlantic Airways: Sveiggj ferðaseðlanir til ungdóm
· BankNordik: BankNordik-savnið
· Føroya Bjór: Nýggjur handil
· Fólkaheilsuráðið: SunnSinn Ung
· Fólkaheilsuráðið og Betri Trygging (Tryggingarfelagið Føroyar): Heilsa á ferð
Ársins marknaðarátak:
· Amnesty International Føroya Deild, Sig frá, Fólkaheilsuráðið og Føroya Politi: Sex krevur samtykki
· FarGen: Faroe Genome Project
· MBM: Sopi
· Ráðið fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar: Bilvrak
· VisitFaroeIslands: SheepView
Til ber at atkvøða umársinsbestu lýsingar í Føroyum her:
https://fans.vote/vote/ACoRKbQKCWM/felagi-froysk-marknaarfolk/hvat-var-besta-marknaartiltaki-i-2016
Atkvøðast kann fram til hósdagin, 30. mars 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald