??vintýraheimur í Viðarlundini
Í Viðarlundini kanst tú hesar dagarnar ferðast inn í ein ??vintýrheim, sum børn á dagstovnum í Havn hava brúkt meginpartin av farna árinum til at skapa. Hesin ævintýraheimur er íkast frá børnunum til umhvørvisvikuna í Tórshavnar kommunu, har ljós verður varpað á okkara felags ábyrgd mótvegis náttúru og umhvørvi. Og børnini hava sanniliga brúkt sítt vit og sítt skil.
Tey hava arbeitt við endurnýtslu, umhvørvi, tónleiki, dansi og ævintýrum í eitt heilt ár. Og burturúr tí hava tey skapað eina spennandi og stuttliga framsýning fyri bæði børn og vaksin.
Tað eru børnini í Býlingshúsinum á Norðasta Horni, í Dagstovninum á Velbastað, í Dagstovninum í Løkjatúni, Dagstovninum við Velbastaðvegin, Miðstovninum í Gundadali, Býlingshúsinum Inni á Gøtu, Dagstovninum á Hamrinum, og børn á skúlanum við Løgmannabreyt, sum hava umskapað Plantaguna til eitt fjølbroytt ævintýr. Og Fountain Húsið eins og musikkskúlin hava verið hollir stuðlar. Alt er gjørt burturúr endurnýttum tilfari. Og hvønn dag fram til hósdagin er ymiskt forvitnisligt á skránni.
Vilt tú uppliva ælabogan, so mást tú tola regnið!
Eg var so heppin sum forkvinna í Mentamálanevndini í kommunu at lata henda ævintýrheimin upp. Skrúðgonga varð av Vaglinum niðan í Viðarlundina, og tað regnaði illa.
Men vit vita øll, at vil mann uppliva ælabogan og øll tey ævintýr, sum ælabogin ber í sær, so má mann eisini tola regnið. Og ævintýr tað fáa tit í Viðarlundini við lít. Og regnið var eingin trupulleiki.
Brúka vit og skil
Eg nýtti høvi at takka børnum og starvsfólkum fyri tað stóra arbeiði tey øll hava lagt í hesa uppgávu:
???Tit hava upplivað gleðina við at skapa eitt nýtt ting burturúr onkrum gomlum, sum annars hevði verið koyrt vekk.... Og tit hava lært hvussu umráðandi tað er, at vit øll ansa eftir luftini, vatninum, moldini og náttúruni, og sungið sangir, sum snúgva seg um hetta at vera góð við skapanarverkið..
Tá ið mann skapar nýtt burturúr onkrum, sum kanska annars hevði verið gloymt ella koyrt burtur, so byggir mann eina brúgv millum fyrr og nú, og so skilir mann ein samanhang, sum hevur týdning fyri framtíðina...
Tað eru milliónir av fólkum í heiminum, sum hvønn dag mugu brúka alt sítt vit og skil, fyri bara at fáa ein bita í munnin, ein skógv á fótin, fyri ikki at tala um eina skúlabók. Her í Føroyum mugu vit brúka alt okkara vit og skil fyri at læra okkum at brúka minni, og at síggja møguleikarnar í endurnýtslu???.
Til ??vintýraheimin og umhvørvisvikuna hevur Jónleif Jensen gjørt ein nýggjan umhvørvissang, sum Ung stjørnuskot undir leiðslu av Sigrið Sivertsen framførdu fyri fyrstu ferð í Viðarlundini í gjár.
Niðurlagið eiga vit øll at leggja okkum í geyma:
???Vit siga, Hey tit brúka nú vit, brúka nú vit og skil -
Siga hey tú, hevur tú nú, hugsað teg um eitt bil.???
Tøkk til børn og starvsfólk á dagstovnum okkara ævintýrheimin í Viðarlundini ??? mæli øllum til at fara niðan har at vitja.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald