Vinna

Broytingar í leiðsluni í Betri samtakinum

...

2018-09-25 13:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á nevndarfundi í Betri P/F í gjárkvøldi avgjørdi nevndin at siga forstjóran í Betri P/F, Ben Arabo, úr starvi.

 Orsøkin til uppsøgnina er samstarvstrupulleikar innanhýsis í samtakinum. Evy J. Jacobsen, vinnukundaleiðari í Betri Banka, er fyribils sett sum forstjóri í Betri P/F, inntil nýggjur forstjóri er funnin. 

Á nevndarfundinum valdi næstformaðurin í nevndini, Teitur Poulsen, at taka seg úr nevndini. Orsøkin var ósemja um avgerðina at koyra stjóran. Í hansara stað varð Gunn Danielsen vald.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder