2016-08-04 14:25
Tausen-tónleikarar avloysa Lenu í kvøld
Lena Anderssen hevur givið avboð til Summar Festivalin, og í staðin spæla ??li & Judy, Guðrið Hansdóttir og onnur í Tausen-ættini
Lena Anderssen skuldi hava fyrstu konsertina á ársins Summar Festivalin, men hon hevur verið noydd at geva avboð vegna sjúku.
Í staðin verða tað so Tausen-ættarfólk, ið fara at spæla í Tjaldinum kl. 20:00 í kvøld.
Í vikuni var hátíðarhald í sambandi við, at 100 ár eru liðin síðani, at fyrstu niðursetufólkini komu til Runavíkar. Millum eftirkomararnar hjá Haldu og Hans Tausen eru nógvir gávuríkir tónleikarar, og í sambandi við hátíðarhaldið høvdu Tausen-fólkini ein framúr góða konsert í Løkshøll.
Nú rykkja tey úr Runavík og til Klaksvíkar at spæla konsert í kvøld. Millum tey, sum kunnu upplivast á konsertini í kvøld, eru ??li & Judy, Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og fleiri.
Summar Festivalurin takkar Tausen-tónleikarunum fyri, at tey við stuttum skoðbrái vildu traðka til í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald